Safari Transport
Um okkum

Safari varð stovnað 1. februar í 1995 av Knút A. S. Lützen, sum virkaði sum stjóri í fyritøkuni til 2015. Tað skuldi vera meiri ómaksleyst hjá kundunum at flyta til og úr Føroyum, helt hann, og tí varð flutningsfyritøkan stovnað við høvuðssæti í eini 20 fóts bingju á keiini í Havn.
Í dag er Safari ein vaksin fyritøka, sum heldur til í egnum hølum í Hoyvík og hevur ein starvsfólkahóp á 11 fólk, sum fevnir um bilførarar, útbúnar speditørar, speditørlærlingar, koyrisamskipara, bókhaldara og leiðslu. Knút A. S. Lützen er forstjóri, meðan Jan Slættalíð síðani 2015 hevur virkað sum stjóri í fyritøkuni.
Við okkara drúgvu royndum og okkara nógvu árum á baki hava vit ment eina breiða veiftru av førleikum innan flutning, varðveitslu og tollavgreiðslu, og kunnu tí veita føroyingum – eins og fólki úti í heimi – best hugsandi tænastu innan hesi øki:
- Flogfrakt
- Sjófrakt
- Skundfrakt
- Flytigóðs
- Vandamikil evni
- Lík
- Djór
- Lagurhotell
- Avtalufrakt
- Tollavgreiðslu
Einki er ov tungt, einki er ov langt, og einki er ov fjarskotið fyri Safari. Ring til okkum á +298 222222, so flyta vit tínar lutir skjótt og trygt um allan heim – og altíð til kappingarførar prísir.