Dátuverndarkunning
Dátuverndarkunning
Sp/f Safari Transport (“Safari Transport”, “vit”, “okkum”, “okkara”) hevur skyldu til at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á teimum upplýsingum undir hesum persónupplýsingum, vit viðgera um okkara kundar, veitarar og starvsfólk. Vit taka dátuvernd í størsta álvara og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.
Safari Transport er dátuábyrgdari, tá vit gera av, til hvørji endamál og hvussu persónupplýsingar verða viðgjørdar. Tað er í hesum sambandi okkara ábyrgd og skylda at verja allar persónupplýsingar, sum vit savna og viðgera sum partur av virksemi okkara, so hesar verða viðgjørdar á tryggan og lógligan hátt. Sum partur av okkara virksemi kunnu vit savna og viðgera persónupplýsingar til ymisk endamál, harav vit hava ábyrgd av viðgerðini. Hesar viðgerðir kunnu m.a. umfata:
-
Tá tú søkir starv hjá okkum, og vit umsita setanartilgongdina
-
Tá vit skipað bíleggingar, vøruflutning og tollavgreiðslu
-
Tá tú samskiftir við okkum umvegis teldupost
-
Tá tú samskiftir við okkum umvegis sosialu miðlarnar
-
Okkara arbeiði at eftirlíka rættarligum skyldum
Okkara viðgerðir sum dátuábyrgdari
Niðanfyri verður greitt nærri frá ymsum viðgerðarstøðum, har Safari Transport er dátuábyrgdari, og hvussu persónupplýsingarnar verða viðgjørdar í hesum sambandi.
Tá tú søkir starv hjá okkum, og vit umsita setanartilgongdina
Endamál: Endamálið við viðgerðini er at kunna viðgera starvsumsóknir umframt at meta um førleikarnar hjá umsøkjara til eitt opið ella framtíðarstarv hjá Safari Transport.
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál í sambandi við okkara viðgerð og meting av umsóknunum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, undir hesum navn, bústað, telefonnummar og teldupost umframt aðrar upplýsingar, ið viðkomandi sendir okkum, so sum CV, próvtøl, myndir og annað tilfar.
Varðveitslutíðarskeið: Starvsumsóknir verða varðveittar inntil setanartilgongdin er liðug. Óumbidnar umsóknir verða strikaðar innan 2 ár eftir móttøku, um umsøkjari ikki verður settur.
Tá vit skipað bíleggingar, vøruflutning og tollavgreiðslu
Endamál: At umsita og avgreiða bíleggingar, herundir at skipa vøruflutning, tollavgreiðslu og aðra viðgerð, sum er neyðug, til tess at veita umbidna vøruflutningin.
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál, til tess at kunnu veita vøruflutning eftir umbøn frá okkara privat- og vinnukundum, herundir at skipa flutningin og avgreiða tolling sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar um kundan og starvsfólk hjá kundanum, undir hesum navn, teldupost, telefonnummar og aðrar samskiftisupplýsingar. Harumframt viðgera vit ávísar upplýsingar um vøruna, sum verður flutt.
Varðveitslutíðarskeið: Upplýsingar um bíleggingar, vøruflutning og tollavgreiðslu er partur bókhaldið okkara, og verður varðveitt í minst 5 ár, samsvarandi reglunum úr bókhaldslógini.
Tá tú samskiftir við okkum umvegis teldupost
Endamál: At skipa samskifti við kundar, veitarar, samstarvspartar og starvsfólk teirra umvegis teldupost. Tað eru ymisk endamál við teldupostsamskiftinum, undir hesum endamál viðvíkjandi innanhýsis-, kunda-, veitara-, og starvsfólkaumsiting.
Heimild fyri viðgerðini: Í sambandi við nýtslu av telduposti, er viðgerðin grundað á okkara heimilaða áhugamál, til tess at kunnu røkja okkara samstarv við viðskiftafólk okkara og dagligu umsitingina av hesum samstarvið. Aftrat hesum byggir eftirfylgjandi samskifti á tað viðgerðargrundarlag og heimild, sum tilhoyrir tí viðgerð, sum málið snýr seg um.
Sløg av persónupplýsingum: Slagi og vavið av persónupplýsingum, sum verða viðgjørdar í sambandi við nýtslu av telduposti er ymiskt, alt eftir hvat endamálið við teldupost samskiftinum er. Vit viðgerða vanliga navn og samskiftisupplýsingar, umframt aðrar persónupplýsingar, sum skrásetti letur okkum.
Varðveitslutíðarskeið: Varðveitslutíðarskeiði á teldupostsamskifti er ymiskt, alt eftir hvat endamálið við samskiftinum er. Samskifti kann sostatt verða varðveitt í 5 ár ella meira, um tað fyriliggur okkum ein rættarlig skylda, at varðveita upplýsingarnar, ella um vit hava eitt heimilað áhugamál at varðveita upplýsingarnar.
Tá tú samskiftir við okkum umvegis sosialu miðlarnar
Endamál: At loyva samskifti við kundan, herundir serliga privatkundar og øðrum likamligum persónum, sum ynskja at samskifta við okkum. Ynskir ein kundi ella annar persónur at samskifta við okkum um bíleggingar, klagur, starvsumsóknir ella onnur viðurskifti av týdningi, verður hetta avgreitt yvir telefon ella teldupost.
Heimild fyri viðgerðini: Móttøka av boðum og samskifti umvegis sosialar miðlar, herundir Facebook, byggir á okkara heimilaða áhugamál, til tess at kunnu varðveita eitt gott kundasamstarv.
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgerða navn og aðrar persónupplýsingar, sum skrásetti velur at senda okkum umvegis samskifti á sosialu miðlunum.
Varðveitslutíðarskeið: Vit strikað javnan samskifti, sum vit ikki hava ein ítøkiligan tørv á, at varðveita longur. Skrásetti hevur tó altíð møguleika, at strikað boð, sum hann sjálvur hevur sent okkum umvegis Facebook.
Okkara arbeiði at eftirlíka rættarligum skyldum
Endamál: Safari Transport viðgerð ymsar persónupplýsingar, tá hetta er ásett í lóg, dómi ella sambært myndugleikaavgerð. Í hesum sambandi hava vit eina rættarliga skyldu at eftirlíka galdandi reglum, sum m.a. kunnu umfata skyldir viðvíkjandi bókhaldslógini og øðrum vinnufelagslógum, umframt avgerðum frá løgregluni ella øðrum myndugleika.
Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu eftirlíka teimum rættarligum skuldum, sum eru álagdar okkum at fylgja.
Sløg av persónupplýsingum: Okkara arbeiði at eftirlíka rættarligum skyldum kann umfata tær persónupplýsingar, sum viðkomandi lóg, dómur ella myndugleikaavgerð áleggur okkum at fylgja. Viðgjørdar persónupplýsingar kunnu m.a. umfata navn og samskiftisupplýsingar, fíggjarligar upplýsingar og upplýsingar um bíleggingar, vøruflutning og tollavgreiðslu.
Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingarnar, so leingi hetta er neyðugt fyri at eftirlíka teimum rættarligu skyldunum, sum eru álagdar okkum at fylgja. Varðveitslutíðarskeiðið kann sostatt verða ymiskt, alt eftir hvør skyldan er, ella hvat viðkomandi mál snýr seg um. M.a. áleggur bókhaldslógin okkum at varðveita roknskapartilfarið á tryggan hátt í 5 ár frá endanum av tí roknskaparárinum, sum tilfarið viðvíkur.
Móttakarar av persónupplýsingum
KT-veitarar: Vit nýta ymsar tænastu- og KT-veitarar úr Føroyum, Danmark og londum innanfyri EBS sum partur av okkara dagliga virksemi. Hetta umfatar skipanir frá føroyskum myndugleikum, veitarar av bókhaldsskipanum, teldupost og skrivstovuskipanum, hýsing av heimasíðu og aðrar viðkomandi KT-veitarar. Tá uttanhýsis KT-veitarar viðgera persónupplýsingar vegna okkum, har vit hava ábyrgd av upplýsingunum, tryggja vit, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggjar eina nøktandi dátuvernd.
Samstarvspartar og flutningsveitarar: Tá Safari Transport skipar vøruflutning millum Føroyar og onnur lond, verður flutningur skipaður í samstarvi við aðrar flutningsveitarar. Í hesum sambandi verða viðkomandi upplýsingar, herundir persónupplýsingar deildar millum okkum og annan triðjapart. Samanumtikið viðgera aðrir flutningsveitarar ikki persónupplýsingar vegna okkum, men avgera teir í størri mun endamálið og hjálpitólini við viðgerðini.
Tryggingarfeløg: Í sambandi við mál um klagur og tryggingarendurgjald, verða viðkomandi persónupplýsingar og upplýsingar um vøruflutningin latnar okkara tryggingarfelagi, sum síðani tekur yvir málið og viðgerð upplýsingar eftir egnum endamáli og hjálpitólum.
Løgreglan og almennir myndugleikar: Um tørvur verður á tí, kunnu viðkomandi persónupplýsingar verða latnar løgregluni, til tess at kunna sannvísa stuldur ella aðrar ólógligar atgerðir. Vit lata harumframt viðkomandi persónupplýsingar til aðrar, tá hetta verður álagt okkum sbrt. lóg. Myndugleikar, sum kunnu móttaka upplýsingar frá okkum, eru m.a. TAKS, Almannaverki, Arbeiðs- og brunaeftirlitið ella annar viðkomandi myndugleiki, sum áleggur okkum hetta.
Flutningur av persónupplýsingum til triðjalond
Samstarvspartar: Í sambandi við vøruflutning millum Føroyar og útlond, herundir triðjalond kunnu viðkomandi persónupplýsingar verða latnar okkara samstarvspørtum kring heimin. Hetta er neyðugt fyri, at vit kunnu veita vøruflutning eftir umbøn frá kundanum á fullgóðan hátt.
KT-veitarar: Okkara KT-veitarar kunnu hava beinleiðis ella óbeinleiðis tilknýti við aðrar undirveitarar í triðjalondum, herundir USA. Í tann mun persónupplýsingar verða fluttar til triðjalond í sambandi við nýtslu av KT-veitarum, tryggja vit, at avtalur samsvarandi standardásetingunum verða gjørdar við veitaran, umframt at vit eisini føra hóskandi umsjón við okkara KT-veitarum.
KT-trygd og dátuvernd
Kunningartøkni hevur stóran týdning fyri okkara virksemi, og tær tænastur vit veita kundum okkara. Vit taka allar hóttanir og teir váðar, ið eru á KT-trygdarøkinum í størsta álvara og geva øllum okkara skipanum og dátum hægstu KT-trygdarraðfesting. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, ið tryggja kundadátur, persónupplýsingar og aðrar trúnaðarligar upplýsingar. Vit útinna javnan innanhýsis eftirlit og skoðan innan dátuvernd fyri at tryggja, at dátuverndarlógin verður hildin.
Tíni rættindi
Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi sambært dátuverndarlógini, sum Safari Transport hevur skyldu til at fylgja.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, og at Safari Transport avmarkar viðgerðina av tínum persónupplýsingum ella nýtir tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.
Samband
Hevur tú spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella ynskir tú at nýta tíni rættindi sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Sp/f Safari Transport
Brekkutún 4
FO-188 Hoyvík
+298 32 22 22
safari@safari.fo
www.safari.fo
Kæra
Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til safari@safari.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.
Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo.
Dagføringar
Okkara dátuverndarkunning verður leypandi dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 25. november 2024.