Okkara mál
Vit seta okkum altíð sum mál, at kundin fær tí røttu flutningsloysnina, til røttu tíð. Vit hava dygdar loysnir til allar uppgávur. Hetta kann verða skundflutningur, vanlig flogfrakt/sjófrakt, køl/fryst ella livandi djór. Vit veita trygd fyri, at lúka øll krøvini hjá kundanum, har vit við smiðleika og serkunnleika lyfta einhvørja flutnings uppgávu.
Vit vilja syrgja fyri, at Føroyar hevur somu flutningsmøguleikar, sum onnur lond. Vit vilja gera tað lættari at flyta ymiskar pakkar millum Føroyar og umheimin.