Útflutningur
Útflutningur er heldur eingin trupulleiki. Vit avgreiða sendingar úr Føroyum til umheimin hvønn dag. Til ber at senda pakkar til Danmark og hini norðanlondini, og fáa teir leveraðar sama dag.
Vit senda alskyns vøru, bæði dokumentir, skipslutir, livandi djór, frysti og køli vøra o.a. Vit kunnu eisini skipa fyri pakking við turrísi í flamingo kassa, so vøran heldur sær fryst, allan vegin til móttakarin.
